Ríkisborgararættur í Føroyum

Útlendingastovan umsitur ikki mál um ríkisborgararætt. Vit kunnu tí ikki vegleiða nærri um galdandi reglur á hesum øki.

Útlendingur kann, tá ið ávísar treytir eru uppfyltar, fáa danskan/føroyskan heimarætt ella ríkisborgararætt (sokallað statsborgerskab ved naturalisation) – sí eisini www.politi.fo/heimaraettur.

Umsóknir um ríkisborgararætt verða viðgjørdar av danska Indfødsretskontoret, Udlændinge- og Integrationsministeriet, í Keypmannahavn. Umsókn í Føroyum kann latast inn hjá løgregluni. Upplýsingar skulu latast inn við at útfylla oyðublað, umframt møgulig skjøl. Málsviðgerðartíðin var við ársbyrjan av 2019 áleið 19 mánaðir.

Hetta málsøkið liggur undir danska Udlændinge- og Integrationsministeriet. Nærri kunning fæst á heimasíðuni hjá danska myndugleikanum, Udlændinge- og Integrationsministeriet:

https://uim.dk/arbejdsomrader/statsborgerskab/udenlandske-statsborgere/indgivelse-af-ansogningen