Hagtøl fyri 2019 – uppihaldsloyvi til Føroya latin av donsku útlendingamyndugleikunum
Samlaða talið av uppihaldsloyvum latin á útlendingaøkinum í 2019 er 1652.
Tølini stava frá donsku útlendingamyndugleikunum og vísa yvirlit yvir upprunaloyvi (latin fyrstu ferð), framleingjanir og varandi loyvi.
Fyrivarni
Tølini vísa uppihaldsloyvi latin í 2019 og fyrivarni skal takast, tí tølini vísa avgerðir um uppihaldsloyvi og ikki endiliga tilflyting/búseting í Føroyum. Her hyggja vit serliga eftir upprunaloyvum, tað er uppihaldsloyvi givið fyrstu ferð til ein einstakling (sí "førstegang"). Á arbeiðsøkinum kann tó eitt upprunaloyvi vera givið einum og sama persóni meiri enn einaferð yvir eitt tíðarskeið (við t.d. starvsskifti).
Yvirskipað
Tað er serliga á arbeiðsøkinum (sí “erhverv”) at tølini framvegis eru høg, serliga loyvi eftir ES-skipanini, men eisini eru loyvir eftir vanligu útlendingalógini (onnur enn ES-lond) hækkandi samanborið við 2018. Talið av upprunaloyvum eftir ES-skipanini er 658 (í 2018; 424) og eftir vanligu útlendingalógini 161 (í 2018; 75).
Uppihaldsloyvir grundað á familjusameining verða givin við varandi uppihaldi í landinum fyri eyga (sí “familiesammenføring”), ímeðan samfylgjandi familja til útlendskan arbeiðstakara er á arbeiðsøkinum har uppihald verður latið við fyribils uppihaldi fyri eyga – hjúnafelagir vóru 69, har av eru 46 eftir vanligari familjusameining, meðan 23 eru samfylgjandi familja til arbeiðstakara (erhverv). 57 børn fingu uppihaldsloyvi í 2019, 27 sum familjusameining, meðan 30 eru samfylgjandi familja hjá útlendskum arbeiðstakara. Í 2018 fingu 31 børn uppihaldsloyvi.
i –Mál, størstu bólkarnir 2019 (tøl frá danska Udlændingestyrelsen)
Anmeldelse efter EU-ordningen | Børn | Ægtefæller mv. | Opholdstilladelse efter anordningen (ej sportsaftalen) | |
Førstegang | 653 | 57 | 69 | 161 |
Erhverv | 653 | 161 | ||
Familiesammenføring | 27 | 46 | ||
Medfølgende familie – Erhverv | 30 | 23 | ||
Studie | ||||
Forlængelse | 243 | 57 | 123 | 47 |
Au pair | ||||
Erhverv | 243 | 47 | ||
Familiesammenføring | 18 | 99 | ||
Medfølgende familie - Erhverv | 39 | 24 | ||
Studie | ||||
Øvrige Færøerne | ||||
Tidsubegrænset | 9 | 46 | 1 | |
Erhverv | 1 | |||
Familiesammenføring | 5 | 46 | ||
Medfølgende familie - Erhverv | 4 | |||
Forlængelse pba. TUB-ansøgning | 1 | 5 | 1 | |
Erhverv | 1 | |||
Familiesammenføring | 1 | |||
Medfølgende familie - Erhverv | 1 | 4 | ||
I alt | 896 | 124 | 243 | 210 |
ii – Upprunaloyvi (fyrstu ferð), eftir tjóðskapi – 2019
Samlað | 1072 | |
1 | Pólland | 221 |
2 | Rumenia | 174 |
3 | Litava | 114 |
4 | Filipsoyggjar | 86 |
5 | Lettland | 79 |
6 | Bulgaria | 47 |
7 | Stórabretland | 39 |
8 | Serbia | 32 |
9 | Ungarn | 22 |
10 | Teiland | 19 |
ii - Varandi uppihaldsloyvi, eftir tjóðskapi – 2019
| ||
Samlað | 58 | |
1 | Filipsoyggjar | 19 |
2 | Teiland | 6 |
3 | Stórabretland | 5 |
4 | Rumenia | 3 |
5 | Ghana | 2 |
|
|
iii – Eftir tjóðskapi, øll mál í 2019 (upprunaloyvi, leingjan og varandi loyvi)
Samlað | 1652 | |
1 | Rumenia | 306 |
2 | Pólland | 308 |
3 | Filipsoyggjar | 150 |
4 | Litava | 128 |
5 | Letland | 85 |
6 | Bulgaria | 79 |
7 | Serbia | 56 |
8 | Stórabretland | 53 |
9 | Ungarn | 41 |
10 | Teiland | 38 |