Hagtøl fyri 2017 – uppihaldsloyvi til Føroya givin av donsku útlendingamyndugleikunum
Samlaða talið av avgerðum um at geva uppihaldsloyvi á føroyska útlendingaøkinum í 2017 er 846 (øll mál, upprunaloyvi, leingjan og varandi uppihaldsloyvi). Hetta talið er nakað yvir miðal, um hugt verður eftir seinastu 10-15 árunum.
Fyrivarni
Tølini vísa uppihaldsloyvi og fyrivarni skulu takast, tí tølini vísa avgerðir um uppihaldsloyvi, og ikki tilflyting/búseting í Føroyum. Her hyggja vit serliga eftir upprunaloyvum, tað er uppihaldsloyvi givið fyrstu ferð til ein einstakling ("førstegang"). Á arbeiðsøkinum kann tó eitt upprunaloyvi vera givið einum og sama persóni meiri enn einaferð yvir eitt longri tíðarskeið (við t.d. starvsskifti).
Við hesum tølum loyva vit okkum at gera ein meting av, hvussu tilflytingin til Føroya sær út í undanfarna ári. Tølini yvir uppihaldsloyvi geva, sum áðurnevnt, ikki eina lýsing av hvussu nógv fara av landinum, og ei heldur, hvussu samlaða talið av útlendingum er í Føroyum í løtuni. Sambært hagtølum hjá Landsfólkayvirlitið var talið av útlendingum við øðrum tjóðskapi enn norðurlendskum við ársenda 2017, 1269.
Yvirskipað
Tilflytingin til Føroya í 2017 av persónum við øðrum tjóðskapi enn norðurlendskum er merkt av:
1) arbeiðstakarum serliga, t.e. uppihaldsloyvi grundað á arbeiði og sáttmála, oftast er talan um fyribils uppihald í landinum, og
2) familjusameiningum, børn og hjúnafelagar/samlív, har endamálið kann roknast við at vera at taka búgv í Føroyum yvir longri tíð.
Um hugt verður eftir tjóðskapinum hjá útlendingum í Føroyum, so er talan um ríkisborgarar úr londum í Evropa fyri størsta partin, og ábendingar eru um at hetta er arbeiðskraft (sí talvu i). Verður tað hugt eftir teimum, sum søkja um varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, so eru asiatisk lond best umboðaði, (sí talvu ii).
Vit skulu eisini peika á hesi serligu viðurskifti, sum kunnu hava serligan almennan áhuga:
- Leggjast skal til merkis, at ein framhaldandi vøkstur er í upprunaloyvum eftir ES-skipanini, í 2017 eru 240 (í 2016; 125). (Sí talva i og “Anmeldelse efter EU-ordningen”/”Førstegang”)
- Somuleiðis skal mann leggja til merkis, at uppihaldsloyvi til børn í 2017 er 32 (í 2016; 30). Hetta merkir, at yvir tvey ár hava 62 børn fingið uppihaldsloyvi í Føroyum (15 av hesum er á arbeiðsøkinum). (Sí talva i og “Børn”/”Førstegang”)
i – Mál, størstu bólkarnir 2017 (tøl frá danska Udlændingestyrelsen)
Anmeldelse efter EU-ordningen | Børn | Ægtefæller mv. | Opholdstilladelse efter anordningen (ej sportsaftalen) | |
Førstegang | 240 | 32 | 61 | 55 |
Erhverv | 240 | 55 | ||
Familiesammenføring | 17 | 45 | ||
Medfølgende familie - Erhverv | 15 | 16 | ||
Forlængelse | 99 | 53 | 126 | 27 |
Erhverv | 99 | 27 | ||
Familiesammenføring | 27 | 110 | ||
Medfølgende familie - Erhverv | 26 | 16 | ||
Tidsubegrænset, mv. | 12 | 67 | 15 | |
Erhverv | 15 | |||
Familiesammenføring | 6 | 57 | ||
Medfølgende familie - Erhverv, studie | 6 | 10 | ||
I alt | 339 | 97 | 254 | 97 |
ii – Upprunaloyvi (fyrstu ferð), eftir tjóðskapi – 2017
Samlað | 426 | |
1 | Rumenia | 126 |
2 | Pólland | 41 |
3 | Litava | 21 |
4 | Bulgaria | 20 |
5 | Filipsoyggjar | 18 |
6 | Lettland | 13 |
7 | Serbia | 11 |
8 | Grikkaland | 10 |
9 | Ungarn | 9 |
10 | Kroatia | 9 |
11 | Týskland | 9 |
12 | Brasilia | 8 |
13 | Estland | 8 |
14 | Montenegro | 8 |
15 | Portugal | 7 |
16 | Niðurlond | 6 |
17 | Stórabretland | 6 |
18 | Teiland | 6 |
19 | Tunesia | 6 |
20 | Georgia | 5 |
ii - Varandi loyvi, eftir tjóðskapi – 2017
| ||
Samlað | 71 | |
1 | Filipsoyggjar | 17 |
2 | Teiland | 9 |
3 | Serbia | 5 |
4 | Stórabretland | 5 |
5 | Brasilia | 3 |
Kenja | 3 | |
USA | 3 | |
Móritius | 3 |
iii – Eftir tjóðskapi, øll mál í 2017 (upprunaloyvi, leingjan og varandi loyvi)
Samlað | 846 | |
1 | Rumenia | 222 |
2 | Filipsoyggjar | 93 |
3 | Pólland | 70 |
4 | Teiland | 38 |
5 | Serbia | 36 |
6 | Bulgaria | 31 |
7 | Litava | 28 |
8 | Stórabretland | 20 |
9 | Ungarn | 17 |
10 | Brasilia | 15 |