Viðvíkjandi skifti frá vanligum arbeiðsloyvi til Fast Track
Í sambandi við ítøkiligt mál og samskifti við danska myndugleikan á økinum, vilja vit kunna um hetta:
Um talan er um skifti av vanligum arbeiðsloyvi hjá útlendingi yvir á eitt loyvi eftir Fast Track í sambandi við at vanliga arbeiðsloyvi gongur út, og viðkomandi ynskir at halda fram við at arbeiða undir málsviðgerðartíðini til loyvið eftir Fast Track fyriliggur, so skal útlendingurin eisini søkja um framleingjan av sínum vanliga arbeiðsloyvi. Hetta merkir sostatt, at umsóknarskjal FO5 verður innlatið, men eisini at umsóknarskjalið FO1 skal latast inn sum framleingjan.
Orsøkin til hetta er tann, at ein umsókn um loyvi eftir Fast Track-skipanini verður mett at vera ein nýggj sokallað fyrstuferð-umsókn, tá ið ein søkir fyrstu ferð eftir Fast Track, og ikki mett sum umsókn um framleingjan. Og tá ið talan er um fyrstuferð-umsókn, so hevur mann ikki rætt til at arbeiða undir málsviðgerðartíðini.