Viðvíkjandi samfylgjandi familju hjá ES-borgara – broyting: innlating av umsóknum
Útlendingastovan skal hervið boða frá at broyting er í mannagongdunum viðvíkjandi nær loyvt verður at innlata umsókn í Føroyum, tá ið tað snýr seg um umsókn um uppihaldsloyvi sum samfylgjandi familja hjá ES-borgara við uppihaldsloyvi sambært ES-skipanini (arbeiði).
Frameftir loyvir danski myndugleikin Styrelsen for Internationl Rekruttering og Integration, at umsóknir kunnu innlatast í Føroyum, tá ið tað snýr seg um samfylgjandi familju hjá ES-borgara, ið hevur uppihaldsloyvi við støði í arbeiði í Føroyum sambært ES-skipanini. Hendan broytingin merkir sostatt, at familjulimur, hjá ES-borgara við arbeiðsloyvi í Føroyum eftir ES-skipanini, ið søkir um uppihaldsloyvi sum samfylgjandi familja, nú kann vera í landinum, meðan bíðað verður eftir avgerð í málinum.
Hendan broytingin í mannagongd fevnir einans um umsóknir viðvíkjandi samfylgjandi familju eftir ES-lógini, har høvuðsumsøkjarin hevur ella søkir um uppihaldsloyvi eftir ES-skipanini.