08.01.2021

Viðvíkjandi Brexit og bretskum ríkisborgarum í Føroyum

Stórabretland hevur 31. januar 2020 tikið seg úr ES. Føroyar eru ikki partur í fyribilssáttmálanum millum ES og Stórabretland, og hetta merkir, at einki tillagingarskeið er fyri bretskar ríkisborgarar í Føroyum. Umsøkjarar úr Stórabretlandi eru at meta sum triðjalandsríkisborgarar. Áður hava bretskir ríkisborgarar kunna søkt um uppihaldsloyvi eftir útlendingalógini og lagaligaru treytunum í føroysku ES-skipanini fyri arbeiðsmegi. Við tað at Stórabretland fer úr ES, er ES-skipanin tí ikki longur galdandi fyri bretskar ríkisborgarar, sum koma til Føroyar at arbeiða. Bretskir ríkisborgarar, sum søkja arbeiðsuppihaldsloyvi ella framleingjan av einum arbeiðsuppihaldsloyvi í Føroyum, skulu tí lúka tær vanligu treytirnar í føroysku útlendingalógini, og tí skal umsóknarblað FO1 nýtast í hesum málum.