18.01.2017

Vegleiðing viðv. "sportsaftalen"

SIRI, ið avgreiðir øll hesi mál, hevur nú gjørt eina gjølliga vegleiðing til ítróttarfeløg og umsøkjarar.

SIRI hevur sett sær fyri, at hesi mál kunnu verða avgreidd uppá uml. 1 mánaða, treytað av, at umsóknin, setanaravtalen íroknað, er fult upplýst og eingir mótsigandi upplýsingar eru í innsendu skjølinum.

Gev gætur, at hetta snýr seg um sonevndu ítróttaravtaluna. Umsóknir um fulltíðarsett ítróttarfólk koma undir vanligu reglurnar.

Vegleiðingin sæst her