04.07.2014

Serlig skipan fyri ES borgarar

Frá 1. juli 2014 kom reglan um serrættindi hjá ES-borgarum til føroyska arbeiðsmarknaðin aftur í gildi, men hesaferð við teirri broyting, at arbeiðsgevarar - undir ávísum fortreytum - kunnu taka inn útbúnar handverkarar til byggi- og annleggsvinnuna, so leingi arbeiðsloysið er undir 6%. Fyri ófaklærda arbeiðsmegi er framvegis galdandi, at serrættindini taka ikki við, fyrr enn arbeiðsloysi er komið undir 3,5%. Skipanin virkar soleiðis:

• Arbeiðsgevarin skal fyrst søkja um undangóðkenning frá Udlændingestyrelsen.
• Tá ið Udlændingestyrelsen hevur útskrivað skrivliga undangóðkenning, kann arbeiðsgevarin lata ES-borgara byrja beinanvegin, treytað av, at fráboðan verður send Udlændingestyrelsen sama dag við navni, føðidato vm. á honum/henni sum er byrjaður at arbeiða. Oyðublað verða tøk til hetta.
• ES-borgarin er tá í lógligum arbeiði meðan Udlændingestyrelsen eftirfylgjandi málsviðger einstaka persónin. Formliga loyvið verður sent ES-borgaranum, tá ið málsviðgerðin niðri er liðug.

ES-borgarar kunnu eisini søkja til arbeiðsgevarar, sum ikki eru undangóðkendir. Serstøk oyðublað verða tøk til tað. Tá má ikki byrjast at arbeiða, fyrr enn persónliga loyvið er útskrivað.

Mál eftir serligu reglunum fyri ES-borgarar verða viðgjørd í beinleiðis samskifti millum arbeiðsgevara og Udlændingestyrelsen.

Vanliga útlendingalógin fyri Føroyar er framvegis í gildi fyri aðrar ríkisborgarar.