Nýtt oyðublað til umsókn um góðkenning til Fast Track
Fast Track-skipanin hevur nú verið í gildi í eitt ár, og hevur hon fingið góða undirtøku. Higartil hava 122 arbeiðsgevarar fingið góðkenning til Fast Track.
Í hesum sambandi er eitt nýtt oyðublað tøkt á heimasíðu okkara, sí oyðublaðið FO/FT á www.utlendingastovan.fo/arbeidsloyvi/fast-track. Oyðublaðið kann nýtast til at søkja um góðkenning til Fast Track fyrstu ferð og til at søkja um framleingjan.
Framleingjan
Málsviðgerðartíðin í málum um framleingjan av góðkenning til Fast Track er í mesta lagi tríggjar mánaðir, um allar neyðugar upplýsingar eru á málinum. Verður søkt rættstundis, er góðkenningin tó framvegis galdandi, meðan málsviðgerðin fer fram.
Treytirnar fyri framleingjan eru tær somu, sum tá søkt verður fyrstu ferð. Tí er neyðugt at leggja skjøl við umsóknini, ið vísa, at arbeiðsgevarin framvegis er skrásettur í Føroyum, at hann er fevndur av einum galdandi kollektivum sáttmála um lønar- og setanartreytir og er skrásettur hjá TAKS sum ávísingarskyldugur eftir føroysku skattalóggávuni.
Fleiri skjøl
Við framleingjan er harumframt neyðugt at leggja fleiri skjøl við umsóknini fyri at vísa, at arbeiðsgevarin hevur nýtt setanarprógv, ið lúka treytirnar í løgtingslóg um setanarprógv, hevur nýtt lønarseðlar og hevur rindað løn umvegis føroysku skattaskipanina til starvsfólkini, ið eru sett í starv eftir hesi skipan. Arbeiðsgevarin skal tí leggja skjøl viðvíkjandi fimm starvsfólkum við uppihaldsloyvi eftir Fast Track-skipanini við umsóknini. Hevur arbeiðsgevarin færri enn fimm fólk í starvi eftir hesi skipan, skulu bert skjøl hjá hesum starvsfólkum leggjast við umsóknini. Upplýsingar, sum Útlendingastovan hevur tørv á, eru p-tal, setanarbræv og lønarseðlar fyri tríggjar teir seinastu mánaðirnar.
Umráðandi er, at søkt verður um framleingjan av Fast Track góðkenning rættstundis. Um framleingjan ikki verður søkt rættstundis, t.e. áðrenn góðkenningin gongur út, kann tað hava avleiðingar við sær. Til dømis kann ein umsókn frá einum starvsfólki um framleingjan av uppihaldsloyvinum ikki viðgerast í hesum tíðarskeiðnum, og starvsfólkið missir harvið rættin til at arbeiða, meðan bíðað verður eftir einum nýggjum arbeiðsloyvi.