04.10.2024

Kunning um uppihaldskort og afturferðarloyvi

Í løtuni ber ikki til at bíleggja uppihaldskort. Arbeitt verður við at finna eina loysn.

Skal ein útlendingur við uppihaldsloyvi í Føroyum ferðast uttanlanda, er neyðugt at søkja um afturferðarloyvi ella sokallað ”re-entry permit” – á donskum ”tilbagerejsetilladelse” – í seinasta lagi ein mánaða áðrenn fráferð.

Umsóknir um afturferðarloyvi skulu latast inn hjá løgregluni. Umsóknarblaðið, AFL, liggur á heimasíðu okkara www.utlendingastovan.fo/en/application undir “Application Forms - Other forms”.

Nærri verður at frætta á heimasíðu okkara, tá uppihaldskort verða bíløgd aftur.