Ítróttaravtalan – upphæddir dagførdar
Sambært pkt. 4 í Ítróttaravtaluni frá 23. juni 2010 skulu lønarupphæddirnar regulerast 1. mai, so tær fylgja lønargongdini í sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Sambært nýggjasta lønarsáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, galdandi frá 1. mai 2022, er grundlønin ásett til kr. 140,30 um tíman.
Frá 1. mai 2022 eru tí fylgjandi upphæddir galdandi:
Minstakravið til inntøku frá ítróttafelagnum er: 12.645,45 kr./mðr. (altíð umframt frítíðarløn/frítíðarískoyti)
Mest loyvda inntøkan fyri hjávinnustarv er: 11.672,74 kr./mðr.
Dagførdu satsirnir eru galdandi fyri allar setanarsáttmálar, ið eru undirskrivaðir eftir at henda kunning er fráboðað á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni.
Fyri longu givin ítróttarloyvir, eru tær upphæddir framvegis galdandi, sum givna loyvið var grundað á.