20.06.2012
Ítróttaravtalan dagførd
Í ítróttaravtaluni frá 1. juli 2010 er ásett, at upphæddirnar í ítróttaravtaluni skulu stillast hvørt ár, soleiðis at tær fylgja møguligum hækkingum í arbeiðaralønini pr. 1. mai.
Nú tímalønin hjá ófaklærdum arbeiðsfólki tann 1. mai 2012 er farin upp á kr. 113,79 um tíman, hevur hetta við sær, at upphæddirnar í ítróttaravtaluni eru broyttar soleiðis:
Minstalønin frá ítróttarfelagnum: kr. 9.945,25 um mánaðin (kr. 2.366, 85 um vikuna)
Loyvd inntøka fyri hjávinnustarv aftrat ítróttarlønini má í mesta lagi vera kr. 9.171,50 um mánaðin (kr. 2.184,80 um vikuna)
Fyri ítróttarloyvi, ið longu eru givin, galda framvegis tær upphæddirnar, sum loyvið var grundað á, til loyvið er útgingið.