01.03.2021
Ítróttaloyvi – upphæddir verða dagførdar 1. mai 2021
Ein fortreyt fyri at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi sambært ítróttaavtaluni er, at eitt føroyskt ítróttafelag rindar løn til ítróttafólkið uppá í minsta lagi kr. 12.067,72 um mánaðin (altíð umframt frítíðarløn/frítíðarískoyti).
Ein skrivlig setanaravtala millum ítróttarfelagið og ítróttarfólkið krevst, tá ið søkt verður, sí Løgtingslóg nr. 20 frá 08.05.2008.
Í loyvistíðini hevur ítróttafólkið eisini loyvi at taka upp annað hjávinnuarbeiði í Føroyum, tó fyri í mesta lagi kr. 11.139,43 um mánaðin. Til hjávinnuarbeiðið er einki krav um arbeiðsgevaraváttan.
Frá 1. mai 2021 verða hesar upphæddir broyttar soleiðis: fyri løn til ítróttafólk í minsta lagi kr. 12.218,24 og fyri hjávinnuarbeiði í mesta lagi kr. 11.278,37.