20.04.2017

INTEGRASJÓN: “Nýkomin til Føroya”

Útlendingastovan útgevur nú bókling til útlendingar á føroyskum við heitinum “Nýkomin til Føroya”. Hetta er føroyska útgávan av enska bóklinginum, “New to the Faroe Islands”, sum samstundis kemur út í aðru útgávu við einstøkum dagføringum.

Bóklingurin snýr seg um viðkomandi upplýsingar frá almennum stovnum og ymsum tænastuveitarum. Í høvuðsheitum snýr tað seg um hesar sjey partar:

  • At flyta til Føroya
  • Frálæra í føroyskum og føroyskari mentan
  • Arbeiði
  • Heilsa
  • Børn, skúli og útbúgving
  • Ferðafólkaflutningur og aðrar tænastur
  • Frítíð

Harumframt eru til hvørt evnið fleiri tilvísingar til hvussu mann kemur í samband við stovnin ella tænastuna, sum ein hevur brúk fyri. Til dømis kunnu nevnast heilsutænastur í Føroyum, tøka tulkatænastu, hvussu ein stovnar eina bankakonti.

Bóklingurin er fyrst og fremst ætlaður tilflytarum og teirra familjum, men kann annars eisini vera eitt hent amboð hjá øðrum, so sum starvsfólkum, ið hava við tilflytarar at gera.

Bóklingurin er eisini tøkur í talgildum formi á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni, bæði á enskum og nú eisini á føroyskum máli. Harumframt verður hann lagdur út á einstøkum almennum stovnum og hjá kommunum verður hann handaður útlendingum, sum fáa p-tal.