10.01.2025
Innlating av umsóknum - broyting
Eftir 1. januar 2025 tekur løgreglan í Føroyum ikki ímóti umsóknum um uppihaldsloyvi. Tað er bert í Suðuroy, at løgreglan framhaldandi tekur ímóti umsóknum um uppihaldsloyvi. Hetta merkir, at tá ið persónlig innlating av umsókn um uppihaldsloyvi fer fram í Føroyum, skal hetta gerast á Útlendingastovuni.
Umsókn um afturferðarloyvi (re-entry permit) skal tó framvegis innlatast á løgreglustøðini í Tórshavn.
Hendan broytingin er bert galdandi fyri tær umsóknir, ið vera innlatnar í Føroyum.