20.04.2018

Hagtøl á útlendingaøkinum fyri 2017

Útlendingastovan hevur lagt hagtøl á heimasíðuna, ið vísa hvussu nógv uppihaldsloyvi eru givin av donsku útlendingamyndugleikunum í 2017. Sí teigin “Um okkum”.

Útlendingastovan ynskir at vísa á hagtølini, ið gera seg galdandi á økinum. Tilflytingin til Føroya í 2017, av persónum við øðrum tjóðskapi enn norðurlendskum, er merkt av arbeiðstakarum serliga og familjusameiningum, børn og hjúnafelagar/samlív. Sí meira undir teiginum "Um okkum".