ES-skipanin galdandi fyri øll frá 12. des. 2014
Serliga skipanin fyri ES-borgarar, ið higartil bert hevur havt gildi fyri handverkarar til byggi- og annleggsvinnuna, er nú sett í gildi fyri allar ES-borgarar, herundir eisini ófaklærd.
MANNAGONGD við undangóðkenning: Kravið er framvegis, at arbeiðsgevarin – fyri at kunna nýta hesa skipan – fyrst fær sær undangóðkenning frá Styrelsen for International Rekruttering og Integration. Síðan kann arbeiðsgevarin seta fólk í starv frá degi til annan, treytað av, at fráboðan um hvønn arbeiðstakara sær verður latin løgregluni í seinasta lagi tann dagin, útlendingurin byrjar í starvinum.
OYDUBLØÐ: Arbeiðsgevarin søkir um undangóðkenning við FO/AR7, sama oyðublað skal nýtast til framleingjan. Undangóðkendur arbeiðsgevari boðar frá starvssetan við at lata útfylt FO/AR8 til løgregluna, sama oyðublað skal nýtast ísv. at arbeiðstakari skal hava framleingjan hjá sama arbeiðsgevara.
MANNAGONGD uttan undangóðkenning: Í teimum førum, har arbeiðsgevarin ikki metir seg hava tørv á undangóðkenning, ber til hjá ES-borgaranum sjálvum at søkja við oyðublaðnum FO/AR9. Tá er ikki loyvt at byrja í starvinum, fyrr enn loyvið er fingið.