22.05.2023

Dagførdar upphæddir í ítróttaravtaluni

Rætting av lønarupphæddum

Sambært pkt. 4 í Ítróttaravtaluni frá 23. juni 2010 skulu lønarupphæddirnar regulerast 1. mai, so tær fylgja lønargongdini í sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Sambært lønarsáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, galdandi frá 1. mai 2022, er grundlønin pr. 1. mai 2023 ásett til kr. 144,99 um tíman.

Frá 1. mai 2023 eru tí fylgjandi upphæddir galdandi:

Minstakravið til inntøkuna frá ítróttarfelagnum er: løn pr. mðr. kr. 13.068,18.

Mest loyvda inntøka fyri hjávinnustarvi er íalt: løn pr. mðr. kr. 12.062,94.

Dagførdu satsirnir eru galdandi fyri allar setanarsáttmálar, ið eru undirskrivaðir eftir at henda kunning er fráboðað á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni.

Fyri longu givin ítróttarloyvir, eru tær upphæddir framvegis galdandi, sum givna loyvið var grundað á.