19.09.2023

Broyting í reglunum um samfylgjandi familju

Frá 2. september 2023 eru nýggj krøv sett um at arbeiðstakari við arbeiðsloyvi í Føroyum, hvørs familja søkir um uppihaldsloyvi sum samfylgjandi familja, hevur ávísa minsta lønarinntøku at vísa til.

Sí tíðindastubba á https://nyidanmark.dk/en-GB/News-Front-Page/2023/09/New-requirement-for-support-for-accompanying-family-members-to-sponsors-in-the-Faroe-Islands

Kravið fevnir um tær umsóknir har persónurin, 2. september 2023 ella hareftir, søkir fyrstu ferð um uppihaldsloyvi sum samfylgjandi familja til útlendskan arbeiðstakara. Kravið er sostatt ikki galdandi, um søkt er um uppihaldsloyvi sum samfylgjandi familja áðrenn 2. september 2023.

Vegleiðing um nýggju reglurnar finst á heimasíðuni hjá donsku útlendingamyndugleikunum, sí leinkju: https://nyidanmark.dk/en-GB/You-want-to-apply/The-Faroe-Islands-and-Greenland/Accompanying-family---The-Faroe-Islands

Krøv til skjalprógv og nærri lýsingar av hesum viðurskiftum finnast á leinkjuni.

Undantikin fyri kravinum eru persónar, ið hava uppihaldsloyvi eftir ítróttaavtaluni.