28.08.2024

Avgerðarmyndugleiki á føroyskar hendur

Frá 1. september 2024 verður avgerðarmyndugleikin í flestum málum á útlendingaøkinum fluttur á føroyskar hendur. Kunngerðin kemur í gildi 1. september 2024.

Hetta merkir, at allar umsóknir um varandi loyvi og fyribils uppihalds- og arbeiðsloyvi viðvíkjandi, familjusameining, arbeiði (eisini eftir ítróttaravtaluni, Fast Track-avtaluni og ES-lógini), sjálvstøðugt vinnurekandi, lesandi, starvsnæmingar, granskarar, trúboðarar, umframt samfylgjandi familja teirra og au pair, verða viðgjørdar av Útlendingastovuni. Eru spurningar til slík mál, kann Útlendingastovan veita vegleiðing. Vegleiðingar, umsóknarbløð, umframt upplýsingar um málsviðgerðartíðir og annað verður tøkt á heimasíðu okkara www.utlendingastovan.fo frá 1. september 2024.

Avgerðarmyndugleikin hjá Útlendingastovuni fevnir tó ikki um mál um visum, friðskjól, útvísing og ríkisborgararætt. Eru spurningar til hesi mál, kunnu donsku útlendingamyndugleikarnir framvegis veita vegleiðing.

Í skiftistíðarskeiðnum verða mannagongdirnar hesar:

  • Er umsóknin latin inn áðrenn september 2024, verður hon viðgjørd og avgreidd av donsku útlendingamyndugleikunum Udlændingestyrelsen ella Styrelsen for International Rekruttering og Integration (SIRI). Eru fyrispurningar til hesi mál, skalt tú venda tær til danska myndugleikan.

  • Er umsóknin latin inn frá september 2024, verður hon viðgjørd og avgreidd av Útlendingastovuni. Eru fyrispurningar til hesi mál, skalt tú venda tær til Útlendingastovuna.

Nýggjur kærumyndugleiki

Í teimum málum, har Útlendingastovan tekur avgerð, verður kærumyndugleikin:

Udlændingenævnet
Adelgade 11-13
1304 København K
Danmark

Samband: Telefon +45 6198 3800 - E-mail: udln@udln.dk – www.udln.dk

Freistin at kæra er 8 vikur.

Hvussu og hvar lati eg umsókn inn?

Sum áður ber til at lata inn umsókn hjá løgregluni, um tú ert staddur í Føroyum á lógligum grundarlagi. Ert tú staddur í útlondum ber sum áður til at lata inn umsókn hjá donsku sendistovunum. Sum nakað nýtt ber eisini til at lata inn umsókn á Útlendingastovuni, við vanligum posti ella umvegis teldupost til info@utlendingastovan.fo.

Serlig loyvi til at ferðast aftur til Føroya, sonevnd afturferðarloyvi (tilbagerejsetilladelse), umframt schengen-visum, sum ávísir útlendingar í Føroyum skulu nýta í samband við uttanlandsferð, verða framvegis útflýggjað hjá løgregluni.

Kunngerðin kann lesast her: https://www.retsinformation.dk/eli/lta/2024/978/Pdf