Nýggir tilflytarar kunnu nú venda sær til integratiónsvegleiðaran á Útlendingastovuni at fáa vegleiðing um praktisk viðurskiftir sum til dømis, hvar tey kunnu býta útlendska koyrikortið um til føroyskt ella, hvar tey kunna læra seg føroyskt.
Tilflytarar kunnu eisini biðja um eina integratiónsviðtalu, hvørs endamál er at geva tilflytarum ráð og vegleiðing, sum eru lagað til teirra viðurskifti og tørv. Undir viðtaluni verður til dømis tosað um, hvaðani tilflytararnir eru, teirra útbúgvingarstøði og arbeiðsroyndir, familjuviðurskifti og áhugamál og teirra ætlanir í Føroyum.
Viðtalan er fyrst og fremst ætlað teimum, sum flyta til Føroya í sambandi við familjusameining og teimum, sum hava arbeiðsloyvi og hava samfylgjandi familju við sær. Viðtalan er ikki ætlað til norðurlendingar. Tað er sjálvboðið hjá tilflytarum at venda sær til integratiónsvegleiðaran, og tað hevur onga ávirkan á uppihaldsloyvið. Hann er ikki partur av viðgerðini av uppihaldsloyvum, og viðtalan er í trúnaði.
Integratiónsvegleiðarin kann eisini samstarva við aðrar almennar og kommunalar myndugleikar og stovnar, privat arbeiðspláss, hjálparfelagsskapir, ítróttafeløg og onnur, sum koma í samband við tilflytarar í dagliga virkseminum.
Durita Kastalag hevur røkt starvið sum integratiónsvegleiðari á Útlendingastovuni síðani 1. november 2020.
Áhugað kunnu venda sær til Duritu Kastalag á Útlendingastovuni við at ringja á telefon 356099/ 357979 ella skriva til duritak@vs.fo / info(at)utlendingastovan.fo