Afturtøka

Uppihaldsloyvið kann fella burtur

Um ein útlendingur fer úr Føroyum í eitt longri tíðarskeið ella frásigur sín bústað í Føroyum, kann uppihaldsloyvið fella burtur.

Hóast viðkomandi varðveitir sín bústað í Føroyum eru reglur um hvussu leingi viðkomandi kann uppihalda sær uttanfyri Føroyar.

Um uppihaldsloyvið fellur burtur, hevur viðkomandi ikki rætt til at uppihalda sær í Føroyum ella ferðast inn aftur í landið. Í hesum føri má viðkomandi søkja um nýtt uppihaldsloyvi.

Møguleiki er fyri at søkja um undantaksloyvi (dispensation), so at uppihaldsloyvið ikki fellur burtur, í sambandi við uppihald uttanlands í eitt longri tíðarskeið.

Sí nærri upplýsingar um "bortfaldsregler" á heimasíðuni hjá Udlændingestyrelsen.