Foreldur yvir 60 ár
Aðrar treytir fyri familjusameining hjá foreldrum yvir 60 ár
Familjuviðurskiftini skulu skjalprógvast.
Umsøkjarin skal vera yvir 60 ár, tá ið søkt verður.
Krav um uppihald (forsørgelse):
Tann sum søkt verður um familjusameining við, skal átaka sær at uppihalda umsøkjaranum. Hann skal eisini, um ikki heilt serlig viðurskifti tala ímóti, prógva at hann er førur fyri at uppihalda umsøkjaranum.
Krøv til íbúðarviðurskifti:
Tann sum søkt verður um familjusameining við, skal, um ikki serlig viðurskifti tala ímóti, prógva, at hann ræður yvir egnum bústaði, sum hevur eina hóskandi stødd.