Annað tilknýti
Aðrar treytir fyri familjusameining hjá útlendingum, ið hava annað tætt familjusamband ella líknandi tilknýti til ein fastbúgvandi persón í Føroyum
Útlendingar sum hava annað tætt familjusamband ella líknandi tilknýti til ein fastbúgvandi persón í Føroyum, kunnu í heilt serligum førum fáa familjusameining.
Dømi kunnu t.d. verða:
a) Fosturbarn ella ættleitt barn.
b) Foreldur at einum fastbúgvandi persóni í Føroyum, sum ikki er danskur ella norðurlendskur ríkisborgari ella flóttafólk.
c) Familjulimur, sum áður hava búð saman við tí fastbúgvandi persóninum í Føroyum og sum er óhjálpin og hevur tørv á røkt og uppihaldi frá tí, sum søkt verður um familjusameining við, og sum ikki hevur møguleika fyri at lívbjarga sær sjálvum í heimlandinum.
Ein konkret meting verður gjørd í hvørjum einstøkum máli. Tað er eitt krav, at talan er um eitt sterkt tilknýti, sum røkkur longri enn eitt vanligt familjutilknýti.
Krøv til íbúðaviðurskifti:
Tann fastbúgvandi persónurin í Føroyum, sum søkt verður um familjusameining við, skal, um ikki heilt serlig viðurskifti tala ímóti, prógva, at hann ræður yvir egnum bustaði, sum hevur eina hóskandi stødd.