Treytir

Í høvuðsheitum kunnu hesir útlendingar fáa familjusameining í Føroyum:

1) Útlendingar yvir 18 ár, ið eru samlivandi á felags bústaði í hjúnalagi ella í føstum samlívi yvir longri tíð við einum fastbúgvandi persóni í Føroyum sum er yvir 18 ár, og sum hevur:

a) danskan ella norðurlendskan ríkisborgararætt
b) uppihaldsloyvi í Føroyum sambært § 7 í útlendingalógini (flóttafólk)
c) havt tíðaróavmarkað uppihaldsloyvi í Føroyum í meira enn tey síðstu 3 árini.

2) Børn undir 18 ár hjá einum fastbúgvandi persóni í Føroyum ella hjá hjúnafelaganum hjá hesum, um barnið býr hjá viðkomandi sum hevur foreldramyndugleikan.

3) Foreldur yvir 60 ár, at:

a) børnum við donskum ella noðurlendskum ríkisborgararætti.
b) børnum við uppihaldsloyvi í Føroyum sambært § 7 í útlendingalógini.

4) Um útlendingurin hevur annað tætt familjusamband ella líknandi tilknýti til ein fastbúgvandi persón í Føroyum.

Í samband við familjusameining kann verða kravt, at tann, sum útlendingurin verður familjusameindur við, átekur sær skylduna at uppihalda útlendinginum.