Fyrstu ferð søkt verður
Umsókn um familjusameining millum hjún (umsóknarskjal FA1), og umsókn frá útlendskum børnum um familjusameining (umsóknarskjal FA2), kunnu latast inn hjá Útlendingastovuni.
Útlendingar sum søkja úr heimlandinum ella úr øðrum landi, har útlendingurin hevur havt fast uppihald í seinastu 3 mðr., kunnu søkja gjøgnum donsku sendistovuna / konsulátið í viðkomandi landi.
Ein útlendingur við loyvi til familjusameining kann búseta seg í Føroyum og arbeiða í landinum, uttan at søkja um arbeiðsloyvi og uttan at verða bundin at ávísum arbeiðsgevara.
Tað ber ikki til at fáa loyvi til familjusameining við stuttum skotbrái. Er umsøkjarin í Føroyum, tá hann søkir um loyvið, hevur hann ikki rætt til at arbeiða, meðan umsóknin verður viðgjørd. Tann, ið viðkomandi skal familjusameinast við hevur skyldu til at uppihalda umsøkjaranum hesa tíðina.