Framleingjan
Umsókn um framleingjan av familjusameining millum hjún/makar umsóknarskjal FA3, og umsókn um familjusameining fyri børn umsóknarskjal FA4, kunnu latast inn hjá Útlendingastovuni.
Er søkt um framleingjan innan ásettu freistina, hevur fyrra loyvið gildi, til svar er komið uppá framleingingarumsóknina.
Ein meginregla fyri at fáa framlongt familjusameiningsloyvi er, at viðurskiftini, sum upprunaloyvið var grundað á, eru óbroytt.