Familja
Samfylgjandi familja, herundir hjúnafelagi, samlivandi og / ella børn kunnu søkja um at fáa uppihaldsloyvi á sjálvstøðugum umsóknarskjali FO2 (english version FO2).
Hesi skjøl skulu leggjast við umsóknini:
1) Avrit av vígslubrævi hjá hjúnafelagi og avrit av dóps- ella navnabrævi hjá børnum.
2) Í sambandi við umsókn frá samlivandi skal dokumentatión fyri samlívinum á felags bústaði í føstum samlívi yvir eitt longri tíðarskeið leggjast við umsóknini, t.d. leigusáttmáli, brøv móttikin á sama bústaði, váttan frá útleigarum og arbeiðsgevarum v.m.
3) Avrit av passinum hjá umsøkjaranum.
Framleingjan
Familjulimir kunnu søkja um at fáa uppihaldsloyvið framlongt við sama umsóknarskjali FO2.