Læknar
Í avtalu frá 1.juli 2010 um arbeiðs- og uppihaldsloyvi til ítróttarfólk og læknar millum Innlendismálaráðið og Ministeriet for Flygtninge, Indvandrere og Integration er gjørd ein serskipan fyri útlendskar umsøkjarar við læknafrøðiliga útbúgving.
Sambært nevndu avtalu kunnu læknar, ið hava læknaautorisatión sum er galdandi í danska ríkinum, og sum hava tilboð um setan frá Heilsumálaráðnum, Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi, fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum um treytirnar annars eru loknar, herundir um lønar- og arbeiðstíðarviðurskifti.