Framleingjan

Umsøkjarar sum ynskja at søkja um framleingjan av sínum arbeiðs- og uppihaldsloyvi sambært ítróttaavtaluni umsóknarskjal FO1 (english version FO1), kunnu lata sína umsókn inn á løgreglustøðunum í Føroyum.

Fortreytir fyri at fáa framleingjan:

  1. At umsóknin er innlatin til myndugleikan, áðrenn fyrra loyvið gekk út,

  2. at lønarupphæddin í setanaravtaluni er yvirhildin av ítróttarfelagnum og verður goldin so hvørt, í minsta lagi mánaða fyri mánaða,

  3. at ítróttarfólkið hevur hildið sín part av avtaluni við ítróttarfelagið gjøgnum seinasta loyvistíðarskeiðið, tó undantikið vanliga feriu sbrt. føroysku frítíðarlógini.