Treytir til góðkenning av arbeiðsgevara (Fast Track)
Arbeiðsgevari skal brúka umsóknarblað FO/FT. Umsóknarblaðið kann bæði nýtast til at søkja um góðkenning til Fast Track fyrstu ferð og til framleingjan.
Fyri at fáa góðkenning, skal arbeiðsgevari vera:
- skrásettur í Føroyum
- fevndur av einum galdandi kollektivum sáttmála um lønar og setanartreytir (t.d. vera limur í einum arbeiðsgevarafelag)
- skrásettur hjá TAKS sum ávísingarskyldugur eftir føroysku skáttalóggávuni
Afturat hesum skal arbeiðsgevarin brúka setanarprógv, ið lúka treytir í lóg um setanarprógv, brúka lønarseðlar, útgjalda løn umvegis føroyskum skattaskipanina á føroyska lønarkonto, og arbeiðsgevarin skal kunna síni starvsfólk um rættindi teirra sambært galdandi sáttmálum.
Harafturat kann ein arbeiðsgevari ikki fáa góðkenning, um hann er revsaður fyri brot á útlendingalógina, um hann er fevndur av eini lógligari arbeiðsósemju, ella um arbeiðsgevarin hevur útistandandi mál av týdningi hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum ella hjá Sjóvinnustýrinum, um arbeiðsstaðið er á sjónum.
Treytirnar fyri framleingjan eru tær somu, sum tá søkt verður fyrstu ferð.
Grundleggjandi treytir fyri arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir Fast Track-skipanini eru hesar:
- Talan skal vera um fulltíðarstarv (vanliga 40 tímar um vikuna)
- Lønar- og setanartreytirnar skulu vera vanligar eftir føroyskum viðurskiftum og í minsta lagi at meta sum ájavnar við galdandi sáttmálar á føroyska arbeiðsmarknaðinum
- Setanarprógvið skal lúka treytirnar í løgtingslóg um setanarprógv
Í sambandi við eftirlit skal ein arbeiðsgevari kunna vísa á, at treytirnar verða virdar.