Soleiðis virkar FAST TRACK

Arbeiðsgevari skal vera góðkendur til Fast Track, áðrenn ein útlendingur kann søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir Fast Track skipanini. Tað er Útlendingastovan, sum góðkennir arbeiðsgevarar til Fast Track. Um allar neyðugar upplýsingar eru í umsóknini, og øll neyðug skjøl eru løgd við, kann Útlendingastovan taka støðu til góðkenningina innan fyri 1 mánað. Góðkenningin er galdandi í 1 ár, frá tí degi hon er givin.

Arbeiðsgevari kann søkja um at framleingja góðkenningina. Verður søkt rættstundis, t.e. áðrenn góðkenningin gongur út, er góðkenningin framvegis galdandi, meðan Útlendingastovan tekur støðu til framleingjanina. Útlendingstovan tekur støðu til framleingjanina innan fyri tríggjar mánaðir.

Útlendingastovan tekur eisini avgerð í málum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir hesi skipan. Talan skal vera um fulltíðarstarv (vanliga 40 tímar um vikuna), og lønar- og setanartreytirnar skulu vera vanligar eftir føroyskum viðurskiftum.

Eftir hesi avtalu kann útlendingurin lata umsóknina inn í Føroyum hjá løgregluni ella Útlendingastovuni, um umsøkjarin hevur lógligt uppihald í Føroyum. Umsóknarblaðið AR5 skal nýtast til at søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir Fast Track-skipanini.

Útlendingurin kann byrja at arbeiða, tá ið viðkomandi hevur fingið játtað arbeiðs- og uppihaldsloyvi frá Útlendingastovuni. Sostatt ber ikki til at byrja at arbeiða, fyrr enn arbeiðsloyvið er fingið til vega. Er arbeiðsgevarin ikki góðkendur til Fast Track, verður umsóknin viðgjørd eftir vanligu reglunum í útlendingalógini fyri Føroyar (anordning nr. 182 frá 22. mars 2001).

Umsókn

Oyðublað: FO/FT

Innlating av umsókn

Útlendingastovan avgreiðir umsóknir um góðkenning eftir Fast Track-avtaluni.

Umsókn skal latast inn umvegis: info@utlendingastovan.fo. Við vanligum posti ella við persónliga innlating:

Skálatrøð 20, Postrúm 264, 110 Tórshavn.