Viðgerðarmannagongd

Umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum og framleingjan av hesum, verða viðgjørdar samsvarandi fylgjandi mannagongd:

1) Umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi frá ES ríkisborgarum kunnu viðgerast sambært lov nr. 462 fra 17. juni 2008 for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse, so leingi hon er í gildi. Um so er, at landsstýrið setir serligu ES-reglurnar úr gildi, skulu allar umsóknir frá útlendingum uttan fyri Norðurlond verða viðgjørdar sambært galdandi útlendingalóg fyri Føroyar.

2) Umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi verða viðgjørdar sambært meginreglunum í útlendingalógini, har hædd verður tikið fyri støðuni á føroyska arbeiðsmarknaðinum og í vinnulívinum, sbrt. § 9, stk. 2, nr. 3 í galdandi útlendingalóg fyri Føroyar.

3) Umsóknir um at skifta í annað starv, verða viðgjørdar sum nýggjar umsóknir, jbr. tó pkt. 4.

4) Í teimum førum, har umsøkjarin seinastu 2 árini samanhangandi hevur havt arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum í sama starvi ella innanfyri sama starvsøki, sum umsóknin um framleingjan viðvíkur, verður framleingjan játtað uttan at meting verður gjørd av aktuellu støðuni á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Treytin er tó framvegis, at aktuella arbeiðstilboðið lýkur vanligu lønar- og setanarviðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Starvsskifti, ið eru framd sambært "2008 avtaluni"  og í sambandi við "ES skipanina á útlendingaøkinum", avmarka ikki møguleikarnar fyri framleingjan innanfyri aktuella starvøkið, um so er, at umsøkjarin seinastu 2 árini samanhangandi hevur havt arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.