Fyrstu ferð søkt verður
Umsókn um arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá umsøkjarum sum søkja fyrstu ferð
Umsøkjarar sum søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi fyrstu ferð, skulu søkja úr heimlandinum ella úr tí landinum, har umsøkjarin seinastu 3 mðr. hevur havt fast uppihald.
Umsóknin skal latast inn á donsku sendistovuni / konsulátið í heimlandinum ella hjá Útlendingastovuni.
Um umsøkjarin er staddur í Føroyum, tá ið søkt verður, er bert í serligum førum (t.d. Fast Track, ES-lógin ella ítróttaravtalan) møguligt at lata inn umsóknina her og ikki í heimlandinum. Ein skal altíð hava lógligt uppihald, tá ið umsókn verður innlatin her.
Fulltrú
Tað kann vera ein fyrimunur at arbeiðsgevari og umsøkjari útfylla fulltrú, so arbeiðsgevari kann móttaka upplýsingar undir viðgerðini av einum máli - sí leinkju á okkara enska parti av heimasíðuni: Application - Other forms - Power of Attorney