Framleingjan

Umsókn um arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá umsøkjarum sum søkja um framleingjan

Umsøkjarar sum ynskja at søkja um framleingjan av sínum arbeiðs- og uppihaldsloyvi kunnu lata sína umsókn inn hjá Útlendingastovuni.

Fortreytir fyri at fáa framleingjan:

  1. At umsóknin er innlatin til myndugleikan, áðrenn fyrra loyvið gekk út,

  2. at lønarupphæddin í setanaravtaluni er yvirhildin av arbeiðsgevara og verður goldin so hvørt, í minsta lagi mánaða fyri mánaða,

  3. at arbeiðstakarin heldur sín part av avtaluni, t.v.s. er til arbeiðis alt loyvisskiftið, tó undantikið vanliga feriu sbrt. føroysku frítíðarlógini.


Hesar upplýsingar skulu leggjast við umsóknini:

1) avrit av passi hjá umsøkjara,
2) avrit av autorisatión (um starvið krevur autorisatión).
3) dagført avrit av setanaravtalu 
4) váttanir frá ALS sbrt. síðstu síðu í oyðublaðnum eru ákravdar um umsøkjarin hevur verið í sama arbeiði í minni enn tvey ár


Tíðaróavmarkað loyvi (varandi)

Arbeiðs- og uppihaldsloyvir eru fyribilsloyvi, ið oftast eru galdandi í eitt ár ella minni. Aftaná at hava havt arbeiðs- og uppihaldsloyvi í samfull 7 ár á sama grundarlagi, kann útlendingurin søkja um varandi loyvi við tí fyri eyga at búseta seg fast í Føroyum.

Umsóknarblaðið AR1 kann brúkast. Umsøkjarin skal viðmerkja, at hesaferð verður søkt um varandi loyvi.

Tá ið søkt verður um varandi loyvi skulu vanligu krøvini fyri framleingjan verða uppfylt, t.v.s. at aktuelt arbeiðstilboð 1 ár fram skal vera skjalfest og setanarsáttmáli skal verða viðlagdur.

Gev gætur at sonevnd varandi loyvi eru ikki heilt treytaleys. Les tí meira um onnur krøv í sambandi við varandi uppihaldsloyvi í Føroyum her.