Front Cover
26.03.2025

Úrslit frá kanning um ukrainsk flóttafólk í Føroyum

Ein nýggj frágreiðing, sum lýsir heilsustøðu og gerandislív hjá ukrainskum flóttafólkum í Føroyum, er nú tøk. Frágreiðingin byggir á eina kanning, sum varð gjørd í samstarvi millum Útlendingastovuna og Fróðskaparsetur Føroya. Kanningin fevnir um spurningar um lívsgóðsku, sálarheilsu og nøgdsemi við føroysku vælferðartænasturnar.

Endamál við kanningini: Kanningin varð sett í verk fyri at fáa innlit í, hvussu ukrainar hava tað í Føroyum, hvat teir halda um tær tænastur og tilboð, sum teir hava fingið, og um tað eru onnur viðurskifti, sum kundu verið betur. Hetta er fyrstu ferð, at almennu Føroyar hava tikið ímóti flóttafólkum, og tí varð? tað mett neyðugt at kanna, hvørt arbeiðið at taka ímóti flóttum er á nøktandi støði. Niðurstøður frá kanningini kunnu geva myndugleikum ábendingar um raðfesting av arbeiðsuppgávum og tryggja, at flóttafólk fáa hóskandi stuðul og tænastur.

Høvuðsúrslit:

  • Lívsgóðska: 65% av luttakarunum søgdu seg hava høga lívsgóðsku, meðan 20% søgdu seg hava miðal høga lívsgóðsku.
  • Sálarheilsa: Flestu luttakarar upplivdu broytingar í sálarheilsu, serliga tunglyndi og angist. Ungir luttakarar vóru serliga merktir av svøvntrupulleikum og tonkum um sjálvskaða.
  • Børn: Foreldur søgdu, at børnini upplivdu fleiri sálarligar og uppmerksemistrupulleikar, sum t.d. at vera kedd, dagdroymandi og stúrin.
  • Vælferðartænastur: Flestu luttakarar vóru nøgdir við tær tænastur, teir høvdu fingið, serliga stuðulin til integratión og fíggjarligan stuðul. Tó vóru fleiri ónøgdir við heilsutænasturnar.
     

Tilmæli:

  • Betri heilsutænastur: Tryggja, at ukrainar fáa læknahjálp og sálarfrøðiliga viðgerð, og at kunning um heilsuverkið er tøk á máli, teir skilja.
  • Sálarligur stuðul: Styrkja tilboð um sálarfrøðiliga hjálp, serliga til ungar flóttar, sum eru serliga viðbreknir.
  • Arbeiðsmarknaður: Hjálpa ukrainum at koma út á arbeiðsmarknaðin við at bjóða málundirvísing og starvsvenjingar.
  • Bústaðir: Arbeiða við at finna varandi bústaðir til flóttafólk, so tey ikki skulu flyta ofta.
  • Integratión: Halda fram við at bjóða sosial tiltøk og stuðul til at læra føroyskt og gerast partur av føroyska samfelagnum.
     

Kanningin vísir, at tað ber til at taka ímóti flóttafólki í Føroyum og bjóða teimum hóskandi tænastur og tilboð, sum fáa tey at støðast. Tó eru tað økir, sum framhaldandi eiga at verða ment fyri at tryggja góða integratión, heilsu og trivnað millum ukrainar í Føroyum.

Tak kanningina niður her

Kontaktpersónur: Durita Kastalag, 356099, info@utlendingastovan.fo